Búmerkið hjá felagnum
Heim / Kunning /
Próvtalsstigin

Próvtalsstigin.

Próvtøl og próvtalslýsingar

12: Framúr gott avrik
Verður givið fyri avrik, sum lýtaleyst ella mest sum lýtaleyst lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.

10: Sera gott avrik
Verður givið fyri sera gott avrik, ið við onkrum smávegis lýtum lýkur flestu málini í námsætlanini í lærugreinini.

7: Gott avrik
Verður givið fyri gott avrik, ið við nøkrum lýt um, væl lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.

4: Hampiligt avrik   
Verður givið fyri hampiligt avrik, ið hevur fleiri grov lýti og ikki lýkur málini væl í námsætlanini í lærugreinini.

02: Toluligt avrik
Sum kann verða góðtikið verður givið fyri toluligt avrik, ið akkurát stendur mát, og í minsta mun lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.

00: Ikki nøktandi avrik
Verður givið fyri ikki nøktandi avrik, ið ikki stendur mát og ikki lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.

-3: Heilt vánaligt avrik
Verður givið fyri heilt vánaligt avrik, sum als ikki kann verða góðtikið.